Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Fyrra steypakapping í estetiskum fimleiki

Jóhann Lützen

Klaksvíkar Fimleikarfelag verður við

 

Leygardagin 28. januar verður fyrra steypakappingin í estetiskum fimleiki í høllini á Hálsi í Havn.

Heili 20 lið eru tilmeldaði hesa kappingina við 178 íðkarum tilsamans. Teir eru úr Havnar Fimleikafelag, Fimleikafelganum Ljósinum, Fimleikafelagnum Støkk og Klaksvíkar Fimleikafelag.

Kappingin byrjar kl. 13.00 við framførslum hjá pinkum, síðani smágentum, gentum, kvinnuunglingum og kvinnum.

Dyrnar lata upp fyri áskoðarum klokkan 12.00. Kappingin verður eisini stroymd og leinki verður at finna á heimasíðuni hjá Fimleikasambandinum www.fimleikur.fo.

Harleywoodpaint