Sum væntað, bleiv tað til ein greiðan sigur til Stjørnuna, tá tær í kvøld á heimavølli leiktu ímót StÍF. Tó skal sigast, at StÌF var væl við stóran part av fyrra hálvleiki. Tá leiktir vóru knapt 20 minuttir var javnleikur 11-11. Serliga var tað verjuparturin hjá Stjørnuni sum gekk so væl. Venjarin hjá Stjørnuni tók time-out, og eftir hetta bleiv verjan munandi betur. Seinastu 10 minuttirnar av fyrra hálvleiki fekk StÍf bert eitt mál, meðan Stjørnan fekk 7 mál, soleiðis at hálvleiksstøðan gjørdist 18-12 til Stjørnuna.
Stjørnan helt fram við góðu gongdini í byrjanini av seinna hálvleiki. Tá seinni hálvleikur var góðar 10 minuttir gamal, var støðan 27-16 til Stjørnuna, og dysturin var so gott sum avgjørdur. Seinasta korterið av dystinum skifti venjarin hjá Stjørnuni nógv út, og gav yngru og minnu royndu leikarunum møguleika at royna seg. Endaliga úrslitið gjørdist 34-27 til Stjørnuna.
Málini hjá Stjørnuni skutu: Mina S. Hendriksen 8, Sonja S. á Bergi 7, Iulia Navliko 6, Duita L. Johansen 3, Oddvør Josephsen 3, Joan Sørensen 3, Jancy H. Jacobsen 2, Malen Madsen 1 og Bergit Svarvadal 1.



































