Í morgin, leygardagin 24. februar hevur Norðoya Bátafelag úr at gera við tveimum áhugaverdum tiltøkum.
kl. 10.00 – 12.00 skipar Norðoya Bátafelag, sum heldur til í gamla roykivirkinum á Faktorsvegi 6, fyri ókeypis morgunmati og hugnaligum práti
kl. 14.00 verður Norðoya Bátafelag – aftur í gamla roykivirkinum, skipa fyri serligari móttøku.
Radio av sluppini Carlton verður latið felagnum, og frásagnir um samskifti millum skip og heimið og skip til skip verður á skrá og ymsar søgur verða sagdar.
Skrá:
Noel Joensen framførir við guitara og sangi
Poul Havn handar Norðoya Bátafelag radio frá sluppini, Carlton, eins og sendarar frá øðrum skipum.
Poul Havn greiðir frá og framførur okkurt lag á munnharpuni.
Anskar Hansen fjarritari á Skálaberg greiður frá um samskiftið millum skip og heimini – fyrr og nú.
Sigmar Høgnesen sigur frá onkrum stuttligum samtalum, sum hoyrdist fyrr í tíðini.
Kaffi og køka at fáa, ókeypis.











