Nordic Aqua Partners við føroyinginum Ragnari Joensen sum stovnara og oddamanni hevur eydnast skaffað 200 milliónir krónur á Oslo Børs til verkætlanina við laksaaling á landi í Kina. Samstundis boðar felagið frá, at Ragnar fer frá sum arbeiðandi nevndarformaður og verður nýggjur forstjóri í felagnum.
Altjóða kvinnudagin 8. mars 2023 boðaði børsskrásetta felagið Nordic Aqua Partners børsmarknaðinum frá, at felagið á komandi aðalfundi fer at umskipa leiðsluna. Hetta hendi í kjalarvørrinum av eini aðrari fráboðan í februar um, at tað var eydnast felagnum at fáa til vega 200 milliónir krónur í okkara pengum í eini partabrævaútgávu.
Nýggjur forstjóri í felagnum verður Ragnar Joensen, sum higartil hevur verið arbeiðandi nevndarformaður. Á aðalfundinum er ætlanin at velja Atle Eide, fyrrverandi forstjóri í norska alirisanum Mowi, til nýggjan nevndarformann í Nordic Aqua Partners.
Ársins leiðari í 2011 gerst forstjóri í Kina
Ragnar Joensen var í fleiri ár stjóri í Mowi, fyrst í Føroyum og síðani eisini í Noregi, har hann var landastjóri og menningarstjóri í norska alirisanum. Í tí sambandi vann hann eisini heiðurin sum ársins leiðari innan privatu vinnuna í Føroyum í 2011. Komandi fríggjadag verður ársins leiðari 2022 valdur á Ársins Leiðaradegi.
Síðstu 5-6 árini hevur Ragnar arbeitt miðvíst við eini verkætlan við at fara undir at ala laks á landi í Kina. Hesum greiddi hann frá í sendingini Búskapur & Vinna á heysti 2022:
Umframt Ragnar starvast føroyingurin Hjalti Hvítklett sum fíggjarstjóri í Nordic Aqua Partners.

Framfýsnar ætlanir fíggjast við partapeninginum
Ætlanin hjá Nordic Aqua Partners er at hava fyrstu aldu laksarnir klárar til tøku í fyrsta ársfjórðingi í 2024. Nýggi kapitalurin skal fíggja byggistig 2. Ætlanin er at koma upp á eina árliga framleiðslu á 20.000 tons av laksi aldum á landi. Upp á longri sikt er málið at framleiða heili 50.000 tons, men til tess krevjast enn meira kapitalur frá partaeigarunum.
I løtuni verður framleiðslan bygd upp til at klára eina framleiðslu á 4.000 tons, men við nýggja kapitalinum á 200 milliónir krónur verður framleiðslukapasiteturin tvífaldaður til 8.000 tons.
Atle Eide: Ragnar er heimsins fremsti aliserfrøðingur
At Atle Eide nú verður nevndarformaður í Nordic Aqua Partners verður tulkað sera jaligt í íleggjaraumhvørvinum, tá hann er sera viðurkendur fyrrverandi alistjóri. Á LinkedIN gav komandi nevndarformaðurin Ragnari Joensen góð skoðsmál:
“Tað verður sera áhugavert og læruríkt at arbeiða saman við Ragnari Joensen og hansara toymi í Nordic Aqua. Ragnar, sum nú verður forstjóri í felagnum, er ein av fremstu og mest royndu serfrøðingunum innan aling við vatnendurnýtslu. Fá, um nakar, hevur uppbygt og rikið fleiri slíkar alitøkniskipanir enn Ragnar.”
Í sambandi við fráboðanina um, at Atle Eide ætlandi verður valdur til nevndarformann á komandi aðalfundi, boðaði fyritøkan eisini frá, at Atle sjálvur hevur sett 5 milliónir krónur í fyritøkuna.
Fyrstu laksarognini blivu sett í kørini í Ningbo, Kina á vári í fjør.



