Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Møguliga fýra KÍ-leikarar frá byrjan

Jákup Ósá

Nógvir KÍ-leikarar síggja út til at fáa álit í Moldova.

Í morgin verður fyrsti EM-undankappingardysturin í hesum bólkinum, tá Føroyar vitja Moldova. Tað verða nógvir KÍ-leikarar í uppstillingini. Mest sannlíkt fýra. Odmar Færø, Jákup B. Andreasen og René S. Joensen hava í eina tíð verið sjálvskrivaðir, men hesaferð bendur nógv á, at Mads B. Mikkelsen eisini fær møguleikan. Hann sær út til at byrja á høgra vongi í 4-4-2 leikskipanini.

– Mads hevur verið í okkara tonkum fleiri ferðir til uppstillingina, so hann er í okkara tonktum til at byrja inni. Hann er kanska í somu støðu sum René, at hann kann spæla nógv ymisk pláss. Tað veldst um, hvussu leiklutirnir skulu verða, men eg síggi hann at kunna spæla á báðum kantunum á sentralt á miðvøllinum, segði Håkan Ericson við Norðlýsið eftir venjing í dag.