Jógvan við Keldu er júst farin frá sum samskipari í Vinnulívsráðnum í Klaksvík. Søgan um Vinnulívsráðið er bæði drúgv og spennandi, sigur hann, og setir orð á sína tíð í Vinnulívsráðnum, har hann m.a. kemur inn á munin millum Kristian Martin Rasmussen og Hanus Hansen, og ikki minst týdningin av Norðlýsinum
Á netverksfundi í Finastøðini fyrrapartin hjá Klaksvíkar Vinnulívsráð, legði Jógvan við Keldu frá sær sum samskipari. Ein leiklut, sum hann hevur haft síðan vinnulívsráðið varð stovnað. Vit fingu orðið á Jógvan við Keldu og spurdu hann hvørjar tankar hann ger sær, nú hann hevur valt at steðga sum samskipari.
– “Teir tankar, sum eg geri mær í dag, eru, at Vinnulívsráðið kom í einari tíð, tá tað var neyðugt. Tað var í ringastu tíðum, tá ið allar Føroyar lógu í sori fíggjarliga. Tað, sum var áhugavert í tí, var, at kommunan og Vinnulívsráðið stóðu saman um at skula enda nakað. Men so kom alskyns virksemi inn, bæði skiparar, maskinmenn og íleggjarar, og vit sluppu undan at fara í “mølposan” hjá Richard Mikkelsen. Tað var ein lukka fyri Klaksvík!
Man tosaði ofta um, at klaksvíkingar fóru avstað við kvotunum, men tað var avgjørt ikki nakað, vit fingu. Man tók ábyrgd og gjørdi íløgur, og tað fellur nú niður í bæði Norðoyggjum og í Eysturoy. Tað er bara natúrligt, tí tað var her, fólkið satsaði uppá tað.”
Millum tey tingini, ið eru komin burturúr Vinnulívsráðnum, er Íverksetarahúsið, sum kommunan seinni kom uppí. Vinnulívsráðið hevur havt fleiri framsýningar á fiskivinnumessum, fleiri fyrilestrar eru fyriskipaðir, eisini við útlendskum fyrilestrarhaldarum, eins og fleiri fundir hildnir við bæði vinnuna og Løgtingið. Alt er fyriskipað av vinnulívsfólki, antin í Klaksvík ella við tilknýti til Klaksvík.
Norðlýsið spurdi fráfarna samskiparan um einhvørja eygleiðing, hann hevði gjørt sær í starvinum, og Jógvan við Keldu svaraði soleiðis:
– “Munurin á Hanus og Kristian Martin (ávikavist Hansen og Rasmussen, red.) er nokkso interessantur. Kristian Martin er tann forsiktigi maðurin, sum dugir væl at spyrja seg fyri, meðan Hanus er meira typan, ið sigur tað, sum hann meinar í tí løtuni, hann meinar tað. Hvat skuldu vit gjørt uttan tveir generalar sum teir báðar?
– Um ongin vinna var, var onki! Vinnan hevur ein veldugan týdning, og afturat henni mugu vit hugsa um allar tær avleiddu vinnurnar, sum eru komnar og hava arbeitt seg upp. Onkur feløg í Eysturoynni hava keypt seg inn í Norðoyggjum, og onkur feløg í Klaksvík hava keypt seg inn aðrastaðni, og tað er fínt.”
Jógvan við Keldu rundar av við at siga:
– “Norðlýsið hevur verið øgiliga gott fyri Klaksvík. Norðlýsið er tað fyri Klaksvík, sum Kringvarpið er fyri Havnina.”
Hesi orðini lata vit hanga í luftini, og takka Jógvani við Keldu fyri samrøðuna.



