Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Var ongantíð í iva, um at KÍ er rætta liðið.

Jákup Ósá

Hallur Hansson úttalar seg.

KÍ skrivar:

Var ongantíð í iva, um at KÍ er rætta liðið

Hallur Hansson er nýggjur í KÍ, eftir at tað bleiv kunngjørt í gjár, at landsliðsleikarin hevur gjørt ein trý-ára sáttmála við KÍ. Hallur gleðir seg ómetaliga nógv til at umboða KÍ, og er spentur uppá at koma inn í eitt felag, ið hevur stórar ambitiónir.

Eg gleðist um at vera komin heim aftur til Føroyar – eftir nógv ár uttanlanda. Eg havi altíð hugsað, at eg skuldi koma heim til Føroyar at spæla fótbólt aftur, og tá ið eg áður havi havt samband við KÍ – og kenni nógvar av leikarunum, so var lætt at taka avgerð um, at eg skuldi leika við KÍ.

– Eg eri spentur uppá tær avbjóðingarnar sum eru fyri framman, eg síggi hetta ikki sum eitt afturstig á mínari fótbóltsleið, tí KÍ hevur stórar og greiðar málsetningar, og har vil eg eisini vera – í einum umhvørvi har ein allatíð skal betra seg, og fótbóltsavbjóðingarnar eru góðar.
 
Spurdur um hvør støðan er við skaðanum, sigur Hallur:

– Eg eri enn skaddur, tá ið eg fekk skaðan í oktobur, vóru boðini at eg ikki kundi út á vøllin aftur, fyrr enn 9-12 mánaðar. Tað hevur gingið fínt við endurvenjingini, eg havi ikki havt nakað afturstig enn, so eg havi eina lítla vón um, at eg kann byrja aftur at fara út á vøllin síðsta part av juli. Tí er tað ómetaliga deiligt, at eg kann hugsavna meg um at vera klárur, tí við einum sáttmála uppá trý ár, vísir KÍ mær álit.
 
Mín uppgáva er nú, at koma fyri meg, og vera ein partur av liðnum. Eg komi at venja í Klaksvík regluliga, inntil eg blívi klárur at venja við úti á vøllinum. Eg havi onkursvegna notið gott av at havt ein steðg frá fótbólti í eina tíð, men nú gleði eg meg ómetaliga nógv til at eg aftur kann sleppa at spæla fótbólt aftur.