Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Fleiri inntøkur og ferðafólk, men færri bilar

Vinnuhúsið

Fleiri inntøkur og fleiri ferðafólk um flogvøllin, men færri nýggir bilar vórðu skrásettir fyrstu fýra mánaðirnar í ár samanborið við somu tíð í fjør

 

Væl hægri inntøkur og skattir higartil í ár

Fyrstu fýra mánaðirnar í ár vóru fluttar góða 4,5 mia. kr. í lønum, pensjónum og øðrum veitingum umvegis føroysku a-skattaskipanina. Hetta vóru góð 5% meira enn enn somu tíð í 2022.

 

Av samlaðu lønunum og veitingunum á 4,5 mia. kr., vórðu goldnar góða 1,4 mia. kr. í inntøkuskatti. 673 mió. kr. til landið og 750 mió. kr. til kommunurnar.

 

Samlaði inntøkuskatturin til land og kommunur var 6,3% hægri fyrstu fýra mánaðirnar í ár samanborið við somu tíð í 2022.

 

Ferðafólkatalið um flogvøllin næstan komið uppaftur á metárið 2019

Fyrstu fýra mánaðirnar í ár fóru 101.723 ferðafólk um flogvøllin í Vágunum. Hetta er umleið 19% fleiri enn somu tíð í fjør, tá ið tað fóru 85.811 ferðafólk um flogvøllin. Ferðafólkatalið um flogvøllin er sostatt komið upp á nærum sama ferðafólkatalið, sum metárið 2019, tá ið tað fóru 102.882 ferðafólk um Vága Floghavn fyrstu fýra mánaðirnar av árinum.

 

Nógv færri nýggir persónbilar skrásettir higartil í ár

Skrásetingin av nýggjum persónbilum er nógv lækkað seinastu tíðina. Fyrstu fýra mánaðirnar í ár vórðu skrásettir 534 nýggir persónbilar á Akstovuni. Hetta er nakað lægri enn um somu tíð í 2015, tá ið tað vórðu skrásettir 564 nýggir persónbilar. Skrásetingin av nýggjum bilum minkaði nógv meðan koronasmittan gjørdi um seg, men kom síðan nakað uppaftur, og er nú minkað aftur.