5 pláss! SharePoint vs OneDrive | Lær at skipa egnu og felags fílur rætt
5 pláss! SharePoint vs OneDrive | Lær at skipa egnu og felags fílur rætt
Tað hevur alstóran týdning, at tit gera tað rætt – frá byrjan! Tekning á synergi.fo
Bert 5 pláss eru eftir á skeiðnum 14. juni kl. 9 -14. Kom á skeið og fá skil á munin millum OneDrive og SharePoint.
Tóri Slættalíð undirvísir. Hann er ein sera dugnaligur og pedagogiskur undirvísari.
Brúka tit OneDrive ella SharePoint til at goyma tykkara fílur í? So hevur tað alstóran týdning, at tit gera tað rætt – frá byrjan!
Gera tit ikki tað, kann tað fáa stórar fylgjur, eitt nú tá starvsfólk fara úr starvi.
Tí goyma starvsfólk týdningamiklar upplýsingar í sínum OneDrive, so verða hesir slettaðir, tá viðkomandi fer úr starvi (tú fært 3 mðr.).
Tí hevur tað týdning, at fílurnar vera goymdar rætt, beinanvegin. Hetta er bara ein av nógvum orsøkum til, at tit eiga at seta tykkum inn í nýtsluna av OneDrive og SharePoint.
Innihald á skeiðnum:
SharePoint
Lær at navigera í Sharepoint, so tú veist, hvat liggur hvar
Lær um listar og tilfarsavnið, har tú kanst goyma alskyns fílur
Lær at gera tillagaðar síður sum lættliga vísa innihald av listum, tilfari (t.d. úr Teams), kalendarum o.ø.
Lær um at samskriva í skjøl, um versionering (bakka aftur til eldri útgávur av skjølum), at tjekka skjøl inn og út v.m.
Lær at skipa tilfar, sum liggur í Teams, á ein einfaldan hátt í Sharepoint
OneDrive
Lær um OneDrive: Hvat er munurin á OneDrive og t.d. Dropbox. Hvussu er trygdin í OneDrive
Lær at stovna, strika og skipa tilfar
Lær um samskriving í sama skjali, versionering (at bakka aftur til eldri útvágur), og rættindi til fílur
Lær at deila tilfar í OneDrive við onnur á ymiskan hátt
Lær at nýta Outlook saman við Onedrive
Samstilla fílurnar í OneDrive við telduna, so alt verður goymt á einum tryggum stað
Lær at nýta OneDrive á telefonini – m.a. til at gera backup av myndum
Tryggja tær pláss á www.synergi.fo ella ring 322355.




