Harleywoodpaint
Klaksvík
5,2°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Páll Finnur Páll á Oy Voxbotn 2023

Tíðindaskriv

Bólkurin hevur útvið 20 ár á baki og løgini hava fingið fastatøku í føroyska tónleikahválvinum. Tað er nærum ongin veitsla uttan stuttligu og freku sangirnar hjá Páll Finnur Páll og er bólkurin kendur fyri, at hava fangandi og skemtandi løg.

 

 

 

 

Páll Finnur Páll hava mangan prógvað, at teir fáa áhoyrarafjøldir at kóka, tá teir tríva í vældámdu slagararnar. Vit kenna løgini ‘Eg fari mín egna veg’ , ‘Herbergið’, ‘Forelskaður sjónleikari’ og fleiri. Tað er altíð stuttligt og lív í, tá Páll Finnur Páll eru á pallinum og verður tað uttan iva sannur rómur ta løtuna, vikuskiftið 23. og 24.juni 2023, tá OY Voxbotn er á skrá.

 

Frammanundan er greitt, at Nathan Evans, Topgunn, Katrina frá Katrina & The Waves, RSP, Faustix, Marius, Lamin, Artigeardit, Maggie Reilly, Eyðun og Terji,  Lena Anderssen, Saveus, Superloader, Fríði Sigmundsson, Reiley, Herborg Torkilsdóttir, Danny og Ingi, Marius DC og Sámal Ravnsfjall koma á OY Voxbotn 2023, so skráin er bæði breið, stór og spennandi.

 

OY Voxbotn 2023 verður størri enn nakrantíð og í heili 2 dagar.

Forsøluprísurin til OY Voxbotn er kr. 995,- og atgongumerki fáast hjá Effo kring landið, Kunningarstovuni í Steinatúni og á www.ebillett.fo,

 

OY Voxbotn 2023 í samstarvi við SMS, Atlantic Airways, OY, BankNordik, Posta, eta, Burger King, effo, Coca Cola og Nema

Les meira á www.voxbotn.fo

 

Harleywoodpaint