Tað er stórur áhugi fyri dystinum hjá U21-landsliðnum hesa EM-undankappingina í Klaksvík.
Í nakrar dagar hava menn frá RV-Tøkni bøtt um ljósini kring vøllin og justerað tey. Tað er høgt at fara upp – meir enn 30 m.
Tá ið stigabilurin hjá Klaksvíkar Sløkkiliði er komin upp í hædd, fer maðurin út kurvini og uppá ljósfestini, har hann krøkir seg fastan. Síðani gongur hann aftur og fram eftir berandi tvørfestum og ger síni ørindi.
Maðurin, sum hevur verið har uppi nakrar ferðir fyrr, eitur Filip Poulsson Joensen og er ættaður av Trøllanesi – helst av góðari fleygingarætt, tí hæddarskrekkur finst ikki í honum!
Nú eru ljósini klár til dystin – Bert 300 atgongumerki eru eftir til U21-landsdystin í Klaksvík fríggjakvøldið kl. 18.00.
Ókeypis upphitingartiltak verður á Akursmørk kl. 16.00. Atgongumerki kosta kr. 95,- til dystin.
Venjingardystur verður hóskvøldið og Føroyar møta Andorra í Klaksvík í fyrsta dystinum í hesi undankappingina fríggjakvøldið kl. 18.00.
U21 liðið er m.a. umboðað við Børga Petersen og Jákup Vilhelmsen úr KÍ. Sylvan Jacobsen er liðleiðari og Eyðun Klakstein høvuðsvenjari.






