Skúlaárið er nú liðugt og vit í Tónlistaskúlanum vilja takka øllum fyri hetta árið, næmingum, foreldrum og lærurum og teimum, sum vitja konsertirnar so trúliga.
Tað er sera hugaligt, tá familjurnar hjá næmingunum og onnur møta so væl upp til konsertir og onnur tiltøk, sum næmingarnir eru við til.
Vit hava havt fleiri konsertir og spælt til nógv ymisk tiltøk, so sum føstuguðstænastur, á ellisheimum, verið við til kamartónleikakapping, musikkskúlafestival í Tórshavnar Musikkskúla og fleira.
Vit gleða okkum til eitt nýtt skúlaár og ikki minst at nýggja mentanarhúsið verður tikið í brúk.











