Vit hava hugt í nakrar miðlar í Ungarn.
Champions League dysturin í Klaksvík fær nógva umrøðu í Ungarn. Men vit síggja ikki stór kritisk orð brúkt, hóast Ferencváros bara fekk javnleik í Klaksvík í einum av mest óvæntaðu úrslitunum í Champions League higartil í summar.
Miðlarnir skriva m.a., at KÍ er eitt lið við góðum hugburði, sum er sera sterkt uppá deyðbóltsstøður, og at tað ikki kom óvæntað á. Men teir tykjast føla seg tryggar í, at á heimavølli um eina viku fer Ferencváros at spæla seg víðari. Teir vísa m.a. til kappingina í fjør, at liðið eisini hevði tað torført í fyrsta dystinum eftir teirra summarsteðg, men at teir reistu seg til seinna dystin.
Eftir dystin skuldi russiski venjarin hjá Ferencváros hava tíðindafund, men hann bleiv avlýstur uttan at upplýst bleiv um, hví so var.


