Harley
Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Frá verjuleikara í 5.deild til Champions League uppá 21 dagar

Jákup Ósá

Fyri nøkrum vikum síðani spældi 31 ára gamli málverjan hjá KÍ hugnafótbólt sum verjuleikari í 5.deild.

Norski miðilin Nettavisen skrivar um serligu søguna hjá svenska KÍ-málverjanum, sum í gjár spældi móti Ferencváros og helt nullið.

Tí bara uppá 21 dagar fór hann frá at spæla hugnafótbólt sum verjuleikari í norsku 5.deild við felagnum Majorstuen, so fekk hann uppringing frá KÍ-venjaranum Magna Hoseth, sum kendi hann frá 2016, tá teir spældu saman í Notodden. KÍ manglaði ein málverja í stutta tíð og Nils Nonatan valdi at taka av, hóast hann ikki hevði spælt sum málverji í áleið tvey ár. Hann sigur, at hetta er eitt ævintýr og at hann stórtrívist. Men um hann heldur fram eftir Evropadystirnar er óvist. Sostatt ljóðar millum linjurnar, at hesin málverjin kanska ikki verður so leingi í KÍ og kanska ikki kappingina lidna.

Nils Jonatan Johansson fekk eina góða byrjan í Champions League, tá hann helt nullið móti Ferencváros týskvøldið.