Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Bert fá pláss eftir til bátar og kampingvagnar

Tekst og myndir: Oliver Joensen

Hóast veðrið ikki hevur víst seg frá síni allar bestu síðu, so eru sera nógvir stuttleikabátar ella gardinbátar, sum onkur kallar teir, komnir til Klaksvíkar. Tá vit tosaðu við Erik Biskopstø frá Summarfestiválinum, segði hann okkum, at Kunningarstovan hevur um 95 bátapláss at selja til festiválin og tá hann tosaði við Kunningarstovuna í morgun, vórðu 90 pláss seld. Um kampingvagnar segði Erik, at støðan var ein onnur, tí teir plagdu at hava umleið 250 slík pláss at selja, men orsakað av at býurin er broyttur vóru bert um 180 pláss tøk í ár og sum hann skilti, so vóru bert nøkur fá pláss eftir úti í Klaksvík.

Niðanfyri nakrar myndir frá í dag: