Norðlýsið var ein túr í Badmintonhøllini fyri løtu síðani at fregnast um stórskermin. Jú, hann var øgiliga stórur. Eg fekk eingi mát, men helst er skermurin einar 4-5 metrar høgur og helst um 7-8 metrar breiður.
Menn eru í ferð við at rigga høllina til at taka ímóti nógvum bláum áskoðarum í kvøld. Ilt er at meta um hvussu nógv fólk møtir, men tað vera heilt víst nógv, tí stuttligari verður at sita saman í Badmintonhøllini enn at sita einsamallur í stovuni, so tak teg saman, fær í okkurt blátt og kom í Badmintonhøllina, tað verður stuttligt líkamikið úrslitið, sjálvt um vit vinna(:















