Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Skráin klár til Norð Festivalin

Jóhann Lützen

Nú nærkast til 26. aug. og vit gleða okkum sera nógv at síggja nógv fólk her norðuri. Nú seinasta hond verður løgd á ársins konsertdag á Viðareiði, er skráin klár.

 

Trølla Pætur og Omman fara á pall kl. 11.15 og Barnalandið letur upp kl. 12.00. Viðingar fletta eina kúgv kl. 13.00 og Silvi vitjar kl. 14.00.

Halleluja Sofus er fyrsti maður á terassuni kl 15.00, áðrenn Bjarki Hansen trýnur á stóra pall kl. 15.30. Harfrá koyra vit við fullari megi. Tað verður góður tónleikur allan dagin og tætt ímillum konsertirnar á ymisku pallunum.

Hotel Norð bjóðar lekkurt sjálvtøkuborð frá kl. 16.00 og neyðugt verður ikki at bíleggja borð. Tit støkka bara inn á gólvið til ein betri bita, meðan Hans Hjalti Skaale spælir góðir tónar.

Keyp atgongumerki til hendan stóra dagin her: https://nordfest.atgongumerki.fo/…/2120932/order/info

Minst til at ókeypis bussar koyra frá sandinum í Klaksvík til Viðareiðis og aftur hvønn tíma frá tíðliga á degi til sunnumorgunin, so góðir møguleikar eru at fáa fart báðar vegir.

Síggjast 26. aug. til ársins dag á Viðareiði.