17. august í ár – t.e. fyri skjótt 14 døgum – síðan var Oliver Joensen, myndamaður og fyrrverandi blaðstjóri á Norðlýsinum, ein túr eysturi í Skúvadali. Hann hevði tíbetur myndatólið við og tók nógvar góðar myndir. Útsýnið suðureftir úr Skúvadali er avbera gott.
Veðurstova Føroya skrivar: Fleiri fólk hava vent sær til okkum á Veðurstovu Føroya og spurt um skýggini, sum liggja niður á Borðoyanes og oyggjar suðureftir. Tey tykjast smoygd niður yvir fjøllini sum ein trong húgva, sum ein tók til.

Eisini hevur annar lesari tikið mynd av júst sama motivi úr flogfari næstan um sama mundið. Um øll tey eystastu fjøllini síggjast sama slag av skýggjum, sum nevnt er omanfyri. Longur vestri hava tey ein meira vanligt skap.
Hví síggja tey soleiðis út og ikki eru bygt uppeftir, sum er tað vanliga? – eru vit spurd.
Slík skýggj eru ikki so ókend – síggjast tó ikki á hvørjum degi.
Tað er útgeisling av kulda frá fjøllunum, sum kølir luftina omanfyri, og so leggja skýggj seg um ovaru helvt av fjallinum. Sær ógvuliga mjúkt út.
Fyri at hetta kann henda, mugu nøkur veðurfrøðilig viðurskifti vera til staðar. Fyri tað fyrsta má tað vera so mikið klárt í erva, at lendið sleppur av við hitan um náttina. Eisini skal tað vera nokkso stilt – t.e. lítil vindur – og nógv mikið av vætu í luftini.
Eisini skal hitalagið passa saman við vætuinnihaldið, soleiðis vætan fer úr luftini á røttum stað til rætta tíð.
Eingin veðurstøð er á Borðoyvík ella heilt nær har. Tann nærmasta veðurstøð hjá okkum á føroysku veðurtovuni er á Kirkju.
Hitalagið 17. august í ár:

Ættin 17. august í ár:

Vindferðin 17. august:

Vætuinnihaldið 17. august:

Soleiðis vænta vit, at kuldin saman við nógva vætuinnihaldnum hevur gjørt skýggini:





