Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Dystarveðrið KÍ – ÍF

Hanus Kjølbro

Vindur og regn í morgun. Eitt tjúkt brúgvalag við nógvum regni legði seg yvir okkum um 5-tíðina í morgun.

Tað er á veg norður um Føroyar, og tá ið tað er farið norðurum, støkkur ættin út eystri niður í sunnan.

Í skrivandi løtu (klokkan er 1245), er slitið í í Suðuroy, Sandoy og í stórum partum av Suðurstreymi. Sum klokkan gongur, gevst eisini at regna í Norðoyggjum.

Sum gongdin er í løtuni, er alt brúgvalagið farið norður um Føroyar, áðrenn dysturin byrjar klokkan 15.

Veðrið, vit skulu rokna við, er 5 til 10 m/s av útsynningi suðuri – t.e. eftir vøllinum frá Bøgøtu oman ímóti Jógvan Waagstreinsgøtu. Loftið verður skýggjað og yvirhøvur turt, men okkkurt ælið kann tó hanga eftir í eina løtu.

Hitin fer at liggja um 11 stig.