Virknis- og tilhaldsstaðið ‘Gloym meg ei’ skal hava nýtt navn, tí lýsa vit við almennari navnakapping.
Ynskiligt er at fáa eitt navn, sum fellur væl og hóskar til virksemið.
Vinningur, sum er eitt hoteluppihald á Hotel Hilton fyri tvey, við morgunmati, verður latin til besta uppskot.
Vinarliga sendið navnauppskotið, saman við frágreiðing um, hví tú heldur hetta vera hóskandi, og hvønn týdning navnið hevur.
Freistin at lata uppskotið inn er 04.12.2023 kl. 12.00. Sendast skal til asak@av.fo
Vit tilskila okkum rættin til at velja frítt ímillum innkomin uppskot, umframt at tillaga, ella ikki at nýta vinnandi uppskot.
Um virksemi
Gloym meg ei er eitt tilboð ætlað borgarum við sálarligum og sosialum avbjóðingum. Hetta er eitt virknis- og tilhaldsstað, sum er partur av sosialpsykatriini í Eysturoy og Norðoyggjum, undir Almannaverkinum.
Í “Gloym meg ei”, leggja vit dent á at stuðla einstaka menniskjanum í at megna gerandisdagin. Í samstarvi við tann einstaka verða stuðulsátøk gjørd, við tí endamáli at geva viðkomandi møguleika at liva eitt sjálvstøðugt, virkið og virðiligt lív.
Í dagtilboðnum hava vit ymisk verkstøð, sum eru karmur um okkara námsfrøðiligu tilgongdir:
- Skapan: Seyma, binda, tekna o.a.
- Køkur: Keypa inn, gera mat, planta o.a.
- Venjing: Ganga túrar, svimja, dyppa, fitness o.a.
- Sansir: Sansaintegratión í einum serligum sansarúmi
- Samfelag: Upplivingar og upplýsing um, hvat fer fram í samfelagnum
- Sosialisering: Sosial førleikavenjing
- Opið er gerandisdagar, harumframt eru ymisk kvøldtiltøk hvørja viku, so sum “ung um kvøldið”, bindiklubbur, filmskvøld og bingo.




