Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Føroyar í semifinalu

Jóhann Lützen

Badmintonlandsliðið í hálvfinaluni í liðkapping til Small States of Europe á Malta

 

Føroyska badmintonlandsliðið, sum í hesum døgum spælir Small States of Europe kapping á Malta, er í hálvfinaluni. Hetta er fyrstu ferð, at badminton er umboðað í hesi kapping.

Í gjár spældu tey innleiðandi dystirnar móti Liechtenstein og Malta, og í dag móti Gibraltar.
Og væl hevur verið sligið – Føroyar vunnu bólkin. Tey vunnu allar sínar dystir – 5-0 móti Liechtenstein, 3-2 móti Malta, sum er seedað nummar 1, og 5-0 móti Gibraltar.

Enn er ikki greitt, hvørjum tey skulu møta í hálvfinaluni. Tí í hinum bólkinum, har Ísland, Grønland, Kypros og Isle of Man kappast er kappingin meiri jøvn. Londini hava vunnið móti hvørjum øðrum.

Føroyar spæla hálvfinaluna kl. 13.30 føroyska tíð í dag.

Til ber at fylgja við dystunum, leinkið verður lagt á facebook síðuna hjá Badmintonsambandinum beint fyri dystin