Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Kósabúðin vitjar Vinnutíman mikudagin

Norðlýsið

Hanna Hansen tók yvir Kósabúðina fyri knapt tveimum árum síðani, og í kvøld skulu tey hava forkunnugt tiltak, har millum annað Jens Marni skal spæla nøkur løg, umframt at mótasýning og okkurt gott til góman eisini er á skránni.

Vit fara í Vinnutímanum millum annað at spyrja um hvussu tað bar til, at Hanna og maðurin fóru undir at keypa Kósabúðina, hvussu tað hevur gingið og hvat rørir seg í dag.

Vit vera live mikudagin kl. 10.00, og annars ber eisini til at síggja sendingina við at trýsta seg inn aftur á Norðlýsið undir Kykmyndir, um ein ynskir at síggja filmsbrotið einaferð seinni.