Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tveir gamlir menn á Húsum í hálvtrýssunum

Jákup Andreasen

 

Maðurin vinstrumegin er Geila-Jakke f. 1871, og høgrumegin situr Pól á Brekkum f. 1895. Aftanfyri teir síggjast tvey av børnunum hjá Póli, sum eru Símun og Hjørdis á Brekkum, sum bara er hálv á myndini.

Pól var bóndi á Brekkum, men tað fyrsta eg minnist, hevði elsti sonurin Símun tikið við festinum um ta tíðina ella eitt sindur seinni. Símin var giftur Annegretu, sum varð ættað úr Mikladali, og tey áttu døturnar Asbjørg og Jórun. Eg møtti Jórun og manninum á ferð í Spania í heyst, og eg havi ikki sæð hana, síðan eg var smádrongur, so eg mundi ikki kent hana aftur.

Geila-Jakke var nógv ár til lands á Langanesi í Íslandi í yngri árum, og har kom hann í samband við eina familju við nógvum børnum, sum livdu ógvuliga fátæksliga. Ein av dreingjunum dámdi serliga væl at verða saman við Geila-Jakke, og tá hesin drongurin var um skúlaaldur, vildi hann sleppa heim til Føroya við honum, og tað fekk hann loyvi til. Drongurin fór tó ongantíð aftur til Íslands, men kom at vaksa upp á Húsum saman við børnunum á Geil.

Hesin drongurin var Jóin, sum fór at føra skip longu sum 21 ára gamal, og hann førdi sluppina Sigurfari í nógv ár, sum hann keypti saman við Hans Erik á Seglhúsinum í 1926. Men Jóin bleiv ikki gamal maður. Hann doyði longu í 1934, 43 ára gamal. Teir, sum eita Sigurðsson sum eftirnavn, eru eftirkomarar hjá Jóin.

Eg minnist ikki Geila-Jakke, men mamma plagdi at fortelja, at hon hevði meg við í kirkju, tá hann fór til gravar. Helst hevur tað verið uml. 1958, tí tá havi eg dugað at snakka. Eg má hava merkt ringa lagið í kirkjuni, tí eg skuldi siga so hart, at tað hoyrdist um alla kirkjuna, at “eg tími ikki at fylgja Geila-Jakke”. Hesum flentu vit mangan eftir. Pápi tók myndina.