Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

– Familjan vildi ikki til Føroyar

Jóhann Lützen

Alt var komið uppá pláss og vit høvdu fyrireika almannakunngeringina av Eirik Bakke sum venjara hjá KÍ, men í síðstu løtu leyp hann frá, tí familja hansara ikki ynskti at flyta til Føroyar, sigur Tummas Lervig í viðtalu við Norðlýsið

 

Norðlýsið hevur fingið orðið á Tummas Lervig og hann er nakað meira tíðindfróður í morgun. Vit spyrja nærri um samráðingarnar við Eirik Bakke, sum fóru fyri bakka í gjárkvøldi.

Tað kom óvart á okkum, at Eirik Bakke ikki valdi KÍ og tað harmist eg um. Vit hava haft samráðingar í eina tið og alt var klárt. Tíðinaskriv var skrivað, myndir vóru tiknar og vit høvdu eisini gjørt eitt sjónband har Eirik Bakke varð kunngjørdur, sum nýggjur venjari hjá KÍ, sigur Tummas Lervig við Norðlýsið.

Tað stutta av tí langa er, at familjan hjá Eirik Bakke ynskti ikki at flyta til Føroyar og tískil bleiv hetta av ongum, sigur Tummas við Norðlýsið.

 

Hava fleiri kort á hondini

Í tilgongdini at finna nýggjan venjara hava vit haft samband við fleiri kandidatar. Hendan tilgond heldur fram nú og vit vóna at finna ein venjara skjótast gjørligt. Venjingin hjá monnunum byrjar mánadagin og okkara góða venjaratoymi tekur sær av venjingunum. KÍ fer á venjingarlegu í Algarve tann 31. Januar og tá vóna vit, at nýggjur venjari er settur, sigur Tummas Lervig við Norðlýsið at enda.