Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Vónin, Beta & kubatrolararnir – í Varpinum

Dávur Winther

Í fleiri áratíggju var Olaf Olsen virkin í føroyskari fiskivinnu, bæði á sjógvi og landi. Í kvøld – týskvøldið kl. 19.30 á Torradøgum fer Olaf Olsen at greiða frá søguni um Vónina, Beta og kubatrolararnar í samrøðu við Jón Brian Hvidtfeldt.

Olaf Olsen er við til at stovna Vónina hin 16. januar í 1969. Hann er ein lyklapersónur í fyritøkuni frá fyrsta degi, er antin stjóri ella nevndarformaður tey fyrstu 30 árini, og hann varðveitir ein lyklaleiklut í fyritøkuni í meira enn eitt áratíggju, eftir at gomlu eigararnir seldu Vónina.

– Vit høvdu eitt stórt ynski um at skapa okkara egna arbeiðspláss. Vit vóru vanir við at sigla í saltfiski, har túrarnir kundu vera upp í tríggjar til fýra mánaðir. Vit vóru familjumenn, sum sóu okkara børn vaksa upp í lopum, greiðir Olaf Olsen frá í bókini um Vónina.

Vónin

33 ára gamli Olaf Olsen hevur nærum øll árini verið á sjónum, síðani hann fór til skips sum 14 ára gamal. Hugurin til sjógvin dregur framvegis. Olaf Olsen fer at kanna møguleikan at savna eginpening, so til ber at keypa skip. Tá ið av tornar, fær hann fýra mans við sær. Otto Dam, Janus av Reyni, Sámal G. Jacobsen og Jákup Oluf á Lakjuni. Saman keypa teir ídnaðartrolaran, ið fær navnið Vónin við havnakenningarmerkinum TN 81.

Ídnaðartrolini, sum skipini brúka hesi fyrstu árini í Norðsjónum, eru lutfalsliga stór trol við smáum meskum og fínum tráði. Ein trupulleiki er, at tá ið trolið skrædnar, so tarnar tað fiskiskapinum nógv. Langt frá altíð ber til at bøta umborð, og ofta liggur Vónin við bryggju í ein ella tveir dagar, meðan manningin bøtir trolið. Tað gongur út yvir fiskiskapin og harvið lønsemið. Teir fimm partaeigararnir kanna møguleikan fyri at leiga sær høli í Fuglafirði til umvælingararbeiði.

– Eitt virksemi dregur annað við sær. Í Fuglafirði var tað Havsbrún, sum dró skipini til sín, sum aftur drógu trol- og netavirki og smiðjur og annað virksemi við sær. Tí var heilt natúrligt fyri okkum, at Vónin skuldi vera í Fuglafirði, greiðir Olaf Olsen frá um trolvirkið Vónina, sum byrjar í kjallaranum í “City” í Fuglafirði.

Men Vónin fer tó ikki við allari tíð og orku hjá Olafi Olsen, miðskeiðis í sjeytiárunum. Úr vindeyganum heima við hús á Glyvrum sær hann beint yvir á havnarlagið á Hulki innan fyri Strendur, har kubatrolararnir liggja bundnir við bryggju og gnadda gummi. Teir hava verið virknir í oljuvinnuni, sum hjálparskip hjá boripallum í Norðsjónum, men lítið og einki virksemi er til skipini.

1. januar í 1977 verður fiskimarkið flutt út á 200 fjórðingar, og tað krevur ein øðrvísi fiskiflota enn tann, ið føroyingar eiga, og sum í stóran mun fiskar á fjarleiðum.

Umbyggja kubatrolararnar

– Eg fór at hugsa um, at kanska hevði tað loyst seg at umbygt kubatrolararnar til fiskiskap undir Føroyum, greiðir Olaf Olsen frá.

Ein dagin tosar hann við grannskoðaran Carl Vilhelm Weihe um kubatrolararnar og møguleikarnar at byggja teir um til ísfiskaveiðu. Prátið er so mikið áhugavert fyri grannskoðaran, at hann biður Olaf koma inn á gólvið hjá sær at tosa nærri um málið.

– Tá spyr hann meg, um eg veruliga meinti, at skipini kundu nýtast til trolfiskiskap, og hvat tað so fór at kosta at byggja tey um. Eg helt, at tað átti at bera til, og at íløgan í hvørt skipið leysliga mett mundi liggja um tríggjar milliónir, greiðir Olaf Olsen frá.

Líggjas í Bø, Árni Joensen og Hans Andrias Dam minnast allir, tá ið grannskoðarin legði hugskotið fyri leiðsluna á Skipafelagnum.

– Ein dagin kemur Carl Vilhelm Weihe til okkum við boðunum um, at hann kennir ein mann, ið kann fáa veruligan rakstur í kubatrolararnar. Tann maðurin vísti seg at vera Olaf Olsen, greiðir Líggjas í Bø frá.

– Vit trúðu meira upp á Olaf enn nakað annað. Fyri at siga tað akkurát, sum tað er, so ánaðu vit ikki, hvat vit skuldu gera við skipini, leggur Árni Joensen afturat í bókini um kubatrolararnar.

Í kvøld sum partur av Torraskránni fer Olaf Olsen í samrøðu við Jón Brian Hvidtfeldt at greiða frá um Vónina, ið hann var við til at stovna, og kubatrolararnar hjá Beta, ið hann stóð á odda fyri í nærum 30 ár. Samrøðan byggir á bøkurnar “Vónin – ein vinnulívssøga úr okkara samtíð” frá 2019 og “Úr Havana á upsaveiðu – søgan um Beta og kubatrolararnar” frá 2022.

Í høllini í Varpinum – í kvøld, týskvøldið kl. 19.30

Harleyfacadeacryl