Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Góð minni og ættarbond í Kalsoynni

Dávur Winther

Í uppvøkstrinum hjá Jákup Andreasen hevði hann skyldfólk í øllum fýra bygdunum í Kalsoynni, so har ferðaðist hann javnan, serliga tá ið hann hevði frí frá skúlanum.

Postbáturin, Barsskor sigldi í oynna tríggjar dagar um vikuna – týsdag, hósdag og leygardag – og tí var tað hent at hava maskinbát í húsinum, so vit eisini høvdu fart sunnudag. Tá varð oftast farið til Húsar, tá veðrið var gott, men vit fóru eisini onkrar túrar til Mikladals.

Jákup greiðir frá:

Sjálvur eri eg føddur á Húsum, har Constansa á Syðradali fekk meg í verðina í november 1955, meðan læknastríðið í Klaksvík leikaði á av tí harðasta. Pápi er húsamaður, men hann misti pápa sín longu í 1960, sum doyði bara 56 ára gamal. Tí minnist eg hann ikki. Men á Húsum búði Omma mín Lilla, Silja langomma og Torgerð fastir, sum er tað yngsta av teimum fýra systkjunum hjá pápa.

Á Syðradali búði Andrias ommubeiggi og sonur hansara Erik, og hjá teimum vitjaði eg onkuntíð um sumrini saman við ommu, tá hon gekk suður til Syðradals at rætta beiggja sínum eina hjálpandi hond. Eg var nakrar ferðir á Syðradali, men minnist meg ongantíð at hava ligið nátt har.

Í Mikladali búði Kirstin mostir av Trøllanesi, sum var gift Eivindi, sum varð ættaður úr Hússtovu. Mostir og Eivind búðu í húsunum, sum vórðu nevnd úti í Húsinum, sum lógu beint niðanfyri barnaheimið hjá Eivindi. Í Mikladali vóru fleiri eldri menn, sum eg serliga legði til merkis. Eg kann nevna Magnus í Hússtovu, Óla í Útistovu, Petur Martin Uppi í Tungu og Jógvan Glerfoss, sum var bátasmiður.

Men best av øllum dámdi mær at koma norður á Nes í barnaheimið hjá mammu í Uppistovu, og eg legði onkuntíð nógv fyri at koma norður hagar. Eg minnist meg hava gingið av Húsum norður til Mikladals saman við øðrum fólkum, og síðan fylgdi Eivind mær um Kambin norður í Djúpadal, har Rosenmeyer morbróðir gekk okkum á møti.

Eg havi ofta tikið til, at Trøllanes var mítt “paradis” í mínum uppvøkstri, har eg altíð varð hjartaliga móttikin, og har eg treivst so avbera væl.

Smæran – Jákup Andreasen – Í dag, týsdagin kl. 16.00