Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Saltfiskapizza, saltfiskabrandada og saltfiskaflütes

Jóhann Lützen, Myndir: Dávur Winther

Norðlýsið var við, tá ið næmingarnir á Matvørudeildini á Tekniska Skúla tulkaðu okkara fremstu fiskavøru í Føroyum á Torradøgum nemliga saltfiskin

 

Næmingarnir høvdu saltfisk sum evnið í 3 dagar. Hugsanin var at síggja framleiðsluna av saltfiskinum , kunning um saltfisk sum matvøru og so eisini produktmenning av salfiski, soleiðis at føroyingar , ung sum eldri, fara at eta meir av saltfisk aftur.

Vit vórðu á virkisvitjan á Kósini at síggja framleiðsluna og eisini var Jógvan Olsen og greiddi frá framleiðsluháttinum umborð, í farnari tíð.

Í køkinum framleiddu næmingar m.a

  • Tomatsuppu v/ saltfiskabitum og føroyskum basilikum.
  • Pannustoktar Bacalao frites.
  • Karrygrýtu v/saltfiskabitum.
  • Flütes við saltfiski.
  • Pizza-bacalao.
  • Kremutan grýturætt við mildum saltfiskabitum
  • Krokettir av saltfiskabrandada.

Næmingarnir lærdu sera nógv á evnisdøgunum um saltfisk og hildu at tað ber sera væl til at fáa heilsugóðar og leskiligir rættir burtur úr einari føroyskari vøru sum saltfiski.