Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

KÍ hevur broytt meining

Jákup Ósá

Nú ljóðar, at tað er møguleiki fyri, at KÍ fer at fáa ein nýggjan leikara afturat.

Fyri góðari viku síðani segði Haakon Lunov, høvuðsvenjari, við Televarpið at KÍ var liðugt at keypa inn. Hendan avgerðin fekk kritikk frá summum viðmerkjarum og KÍ-viðhaldsfólkum, sum ikki eru nøgd við hetta flytingarvindeyga. Og stutt eftir tapti KÍ 3-2 móti HB í stórsteypadystinum. Tað tykist semja millum flestu viðmerkjarar, at KÍ í løtuni er viknað á pappírinum í mun til síðsta kappingarár. Serliga tí, at eisini fleiri lyklaleikarar dragast við skaðar. 

Sambært góðum keldum hjá Norðlýsinum, so hevur KÍ nú broytt meining. Nú verður hugt eftir einum leikara afturat, men tað er bara ein vika eftir til flytingarvindeygað letur aftur 15. mars, so tað er ikki vist, at tað fer at eydnast. Ógreitt er, á hvørjum plássi KÍ hyggur. Mest upplagt hevur kanska verið at keypt inn til álopspartin, men tað er í miðverjuni, at KÍ hevur verið mest skert í ár, tí Odmar Færø, Heini Vatnsdal, Deni Pavlovic, Børge Petersen og Cédric Yambéré hava ikki verið tøkir flestu dystirnar. Onkur av teimum nærkast at kunna spæla, men hjá Heina Vatnsdal verður talan um nakrar vikur til hann kann spæla aftur, tí hann hevur fingið staðfest eitt brot í fótinum. Í stórsteypadystinum spældu miðvallarleikararnir Jákup B. Andreasen og René S. Joensen í miðverjuni.

Vit kunnu í øllum førum staðfesta, at KÍ nú aftur hyggur eftir møguleika at styrkja hópin áðrenn freistina 15. mars.