Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Øll eygu vend móti Erhardi

Jóhann Lützen

Í gjár fekk Vinnunevndin í Løgtinginum, sum Erhard Joensen er formaður í, tað mest umstrídda og kontroversiella lógaruppskotið hesa tingsetuna, nevniliga málið um burðardygga ferðavinnu, populért nevnt “Gongd í haga”. Norðlýsið hitti vinnunevndarformannin og spurdi hann um útlitini og hvat fer at henda komandi vikurnar.

 

 

 – “Tað fyrsta, eg fari at kanna, er hvørja undirtøku málið hevur í sjálvari samgonguni, og um samgongan stendur aftanfyri tað. Tað gevur gróðrarbotn fyri at vita, hvussu eg skal grípa tað ann. Síðani hyggi eg at, hvat tað ber til at fáa semju um, og hvat ikki ber til at fáa semju um. Eg eri rættiliga frítt stillaður, tá tað er eitt sovorðið nýtt lógaruppskot (og ikki broyting av longu eksisterandi lóg, blaðm.). Vit kunnu fara inn at hyggja at hvørjari einstakari lógargrein, og tað er ikki soleiðis, at tú ert bundin av nøkrum.”, sigur Erhard, og leggur afturat:

 – “Øll lógin er í spæl’. Tað er ein fyrimunur og gevur møguleikar. Tað verða teir møguleikarnar, vit fara at dyrka fyrst og fremst, men harvið er tað ikki sagt, at tað er gjørligt at finna semju um nakað sum helst, men tað er so útgongdsstøðið”.

Til spurningin um hvørt tað kann merkja at lógaruppskotið er heilt øðrvísi, endurtekur formaðurin í Vinnunevndini: – “Alt er í spæl’. Um ein býtir tað í tvey, har føroyingar verða viðgjørdir fyri seg, so trúgvi eg at Løgtingið er samt um tað allarmesta teimum viðvíkjandi. Hin parturin er vinnulig ferðavinna, og tað er har, ósemjurnar liggja. Harundir kemur ræðisrætturin hjá óðalsfólki, hvussu væl er hann tryggjaður í lógini?”, spyr Erhard, og heldur fram: – Ber til at finna fram til ein lógartekst, har øll atlit verða tikin, soleiðis at ongin følir seg yvirsædd/a?”

 

Samgongan

Hesum spurningum fer Vinnunevndin nú at arbeiða við. Men fyrsti spurningurin má kannast fyrst, og Erhard Joensen sigur, at man merkir, at samgongan ikki er samd: – “Tað er ikki semja um uppskotið, sum tað liggur. Um tað er tað, so kunnu tey velja bara at trýsta tað ígjøgnum, og so blívur nevndarviðgerðin ein heilt onnur, enn um man skal arbeiða breiðari tvørtur um andstøðu og samgongu”, sigur Erhard Joensen.

– “Men eg rokni við at eg fari at krevja serkunnleika inn, sum hevur skil fyri løgfrøðini”, sigur Erhard eisini, tí hann kennir seg ikki á tryggari grund har. Eisini kann roknast við, at onnur verða innkallað, og Erhard væntar longu nú, at tað fer at verða neyðugt at biðja um longda freist til at viðgera málið í nevnd:

 – “Bjørt (Samuelsen, løgtingsforkvinna, blaðm.) hevur sagt, at Løgtingið skal heim 22. mai, og vit kunnu hava málið í ein mánað, men eg vænti tað verður neyðugt at biðja um útsetilsi í hesum føri.”, sigur Erhard.

Til spurningin um, hvørt tað er møguligt, at málið dettur burtur, svarar Erhard soleiðis: – “Um samgongan er samd um, at tað ikki skal detta burtur, so dettur tað ikki burtur. So einfalt er tað”, sigur vinnunevndarformaðurin at enda.