Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Seinastu strokini

Norðlýsið

Í vikuni arbeiddu hugagóðir næmingar í Listaskúlanum í Kvøldskúlanum fyri at leggja seinastu hond á, áðrenn framsýningina, sum verður sunnudagin 28. apríl. Listaskúlin húsast í gomlu søguligu hølunum hjá Kjølbro á Biskupsstøð.

Í vetur hava 28 luttakarar gingið til undirvísing í tekning og máling hjá Archibald. Archibald Black er ein fjølbroyttur og nógv virdur listamaður. Archibald hevur undirvíst í Kvøldskúlanum síðani 1994 og hevur sostatt undirvíst út í eitt í 30 ár.

Umframt tað listafakliga so dugir Archie sera væl at savna næmingarnar til sosiala samveru við stóra kaffiborðið, har prátði gongur lystiliga, tá ið steðgur er.

Vit eru sera takksom fyri at hava ein so dugnaligan og trúgvan lærara, sigur Erik Biskopstø leiðari fyri Kvøldskúlan. Framsýning hjá Kvøldsskúlanum verður sunnudagin 28. apríl. Málningalist er í niðaru skúlahøllini. Rest er í ovaru og nýggjaru skúlahøllini á Skúlatrøð.

Skráin fyri dagin:
kl. 15:00 framsýning letur upp
kl. 16:00 tónleikur (strúkarar, horn og manskór)
kl. 17:00 Prósvhandan og livandi framsýning av føroyskum klæðum
kl. 19:00 liðugt

Eisini er ein Café, har ymiskt er at fáa fyri ein sámuligan prís

Harleyfacadeacryl