Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Siloakórið sangløtu mikukvøldið kl. 20

Jóhann Lützen

Mikukvøldið 8. mai kl. 20.00 verður sangløta við Siloakórinum í Siloa í Fuglafirði. Felagssangur verður eisini á skránni.

 

Siloakórið hevur mong ár á baki og er knýtt at samkomuni í Siloa – og mikukvøldið verður, eins og vanligt plagar at vera hesa tíðina, boðið til konsert/sangløtu, áðrenn farið verður í summarfrí.

Kórleiðari er Eyðun á Lakjuni.

Ein góður drekkamunnur verður aftaná.

Øll eru hjartaliga vælkomin!