Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Varpið enn eitt stempul

Tekstur og myndir: Dávur Winther

Niclas Johannesen og Dánjal á Neystabø vóru á vitjan í býráðnum í dag, har ørindi teirra var ein fundur við borgarstjóran og Mentanardeildin um eina stuðulsskipan, teir eru í fer við at fáa uppá beinini saman við kommununum og Tónleikasambandi Føroya.

Eftir fundin varð avrátt at síggja varpið, sum teir ikki høvdu sæð, men hoyrt so nógv um.

Tað var helst júst lagaliga løtan, nú alt er sett upp eftir einum enda vegna konsertina og hátíðarhaldið fyri Jørgin hjá Kallu og Straight Ahead.

Eisini hittu teir leiðaran, Annfinn Heinesen og forkvinnuna í stýrinum, Jóhannu Christiansen.

Ljóðmaðurin var blíður og lat teir sleppa at reinsa sær oyruni við góðum tónleiki í høllini.

Jú, teir vóru samdir um, at hetta var ein flott høll. Húsið, sum liggur uppat, hevur nógvar møguleikar og serliga tað, at ljóðgóðskan í høllini var í topp – eisini sum nú til rock – vóru Niclas og Dánjal samdir um!

Komnir útum, stóð Him self, Sir Jøgin fyri teimum. Hey, Hvat gera tit her? Og so fór eitt longri tónleika prát í gongd og nakrar rull fóru niðurum.

Niclas og Dánjal fegnaðust Jørgin’sa vegna og ynsktu honum alt tað besta.

Harleywoodpaint