Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Almenn móttøka í sambandi við 3 Tesla MR-skannaran 

Jóhann Lützen

Týsdagin, 21. mai, kl. 16, verður skipað fyri móttøku, í sambandi við at 3 Tesla MR-skannarin verður tikin í nýtslu á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.

Fólk fáa møguleika at koma inn í MR-kontrollrúmið, sum hevur fult útsýni inn til 3 Tesla MR-kabinuna.

Tiltakið verður í forhøllini á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Á skránni vera røður og sjúkrahúsið bjóðar kaffi, djús og okkurt gott afturvið.

Øll eru hjartaliga vælkomin