KÍ fær eina sera krevjandi skrá fram til landsliðssteðgin í september.
Eftir at KÍ vann seg víðari mikukvøldið er greitt, at KÍ skal spæla seks dystir afturat í minsta lagi og endar mest play off dysti síðst í august. Landskappingin fer í gongd aftur 4. august, og tað merkir, at frá 30. juli fram til 1. september spælir KÍ hvørja viku ein landskappingardyst um vikuskiftið og ein altjóða dyst mitt í viku. Væl at merkjan um eingin dystur verður útsettur.
Skráin er hendan:
23.07: Malmø-KÍ
30.07: KÍ-Malmø
04.08: 07 Vestur-KÍ
08.08: Europa League
11.08: KÍ-ÍF
15.08: Europa League
18.08: Víkingur-KÍ
22.08: Conference League
25.08: KÍ-EB/Streymur
29.08: Conference League
01.09: KÍ-Skála
Her hava vit sagt, at KÍ tapir í 2. umfari í Champions League og 3. umfari í Europa League, so tað er við fyrivarni um, at heitini av kappingum kunnu broytast. Eisini verða helst onkrar broytingar í døgum, har onkur dystur verður fluttur ein ella tveir dagar. Dysturin KÍ-Skála stendur t.d. at verða 30. august og tað ber ikki til, tá KÍ væntandi spælir play-off dyst 29. august. Tí hava vit sett hann til 1. september. Mánadagin 2. september byrjar landfsliðssteðgur.


