Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Bakkafrost latið 10.000 verðar um diskin

Tekst og myndir: Dávur Winther

Bakkafrost er altíð við á Sjómannadegnum. Onkuntíð við teimum størru skipunum, sum teir so sýna fram, og eisini bjóða okkur gott til matna umborð.

Í ár høvdu teir eitt stórt grilltelt niðast við bryggjukantin, har sluppin, Westward Ho, lá.

Men eftirspurningurin var stórur eftir brellbitum, tó at Hanus Hansen og fólkið handan Christian í Grótinum eisini høvdu nógv at bjóða.

The handyman, Poul Andrias Jacobsen, vanliga nevndur, Addi, hevði skipað eitt gott og væl mannað toymi at grilla heil laksfløk og annars skera royktan laks niður til laksarullur.

Ikki færri enn 5000 laksarullur OG góðar 4500 laksaportiónir við elpamoi og dressing fóru um diskin. So væl var etið og væl smakkaði. 

Ein av grillmeistarunum var býarbarnið, Jón Purkhús – Men, sum sagt, var talan um eitt væl mannað toymi, ið tók lættliga hond um alt tað neyðuga.

Stuttligt at alt hetta ber til – Bert glað og nøgd fólk at síggja, tó at stundum kom løgur av himli.