Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

HJK Helsinki skifti 10 av 11 til dagsins dyst

Jákup Ósá

HJK Helsinki kemur við úthvíldum leikarum til Føroyar.

HJK Helsinki hevði landskappingardyst í dag. Mótstøðuliðið hjá KÍ í play-off hevði eins og KÍ longda leiktíð hóskvøldið. Í dag skifti HJK alt liðið út burtursæð frá einum leikara, sum hóskvøldið bleiv skiftur út í hálvleikinum. HJK vann 3-0 á útivølli móti Ekenas, sum liggur aftast í deildini. HJK kom við sigrinum uppá 2. pláss, tí bæði nr. 2 og 3. taptu hetta umfarið.

HJK Helsinki spældi ongan dyst í 2. umfari í altjóða kappingum, tí liðið vann eitt lutakast. Í landskappingini hevur liðið ikki altíð havt dyst millum altjóða dystirnar og liðið hevur eins og KÍ spælt átta dystir síðani Champions League byrjaði.

KÍ-HJK Helsinki spæla á Tórsvølli hóskvøldið kl. 19.45.