Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Mjølnir loyptu hvøkk á VC Reshetylivka

Jóhann Lützen, Myndir: Oliver Joensen

Mjølnir vunnu fyrsta sett, men síðan gekk orkan undan og VC Reshetylivka vann 3-1

 

Eins og í fjør móti Limax, so vunnu Mjølnir fyrsta sett móti VC Reshetylivka. Síðani fór orkan at ganga undan og VC Reshetylivka vunnu 3-1.

Fitt av fólki høvdu leita sær í høllina í kvøld at hyggja at Mjølnir. Og tey sóðu eitt sera vælspælandi lið í fyrsta setti. Breiddin hjá VC Reshetylivka vísti teg, teirra leikarar liva burturav av at leika flogbólt. 

Oliver fangaði nógvar góðar myndir.

Næstu dystur verður í annaðkvøld kl. 19.00