Eg havi lagt stóran dent á, at vit í kommununi, mugu fáa eitt enn hægri vitanarstøðið. Tey samfeløg sum klára seg eina best, eru tey har vitanarstøðið er høgt – tí er umráðandi at leggja dent á vitan og enn meira vitan.
Í dag hava vit eitt gott vitanarumhvørvið, men vit eiga at arbeiða fram ímóti, at tað gerst enn betur. Tí er umráðandi at fáa deild av Setrinum til Klaksvíkar, soleiðis at allar útbúgvingar innan matvøruyrkið, kunnu takast her.
Væl rikni Húsarhaldsskúlin hevur 50 ár á baki og um stutta tíð verður nýggi Húsarhaldsskúlin tikin í nýtslu.
Á Tekniska Skúla í Klaksvík TSK eru fleiri útbúgvingar – kokka-, kokkahjálpara- føðsluhjálpara- føðsluatstøðingarútbúgving. Men í løtuni er ikki gjørligt at taka endaligu útbúgvingarnar í Klaksvík.
Tí er tað av alstórum týdningi, at vit fáa deild av setrinum til Klaksvíkar, knýtta at TSK, soleiðis, at allur hægri lestur innan matvøruyrkið kann takast her.
Í tí sambandi meini eg, at virkast skal fyri, at vit fáa kampus knýtt at TSK. Soleiðis fáa vit enn betur framtíðar lestrarumhvørvið.
Ísak Mikladal
Valevni á lista A til kommunuvalið




