Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Sjálvstýrislyfti

Hjalmar Zachariassen

Nú standa vit á gáttini til eina nýggja byrjan. Lat tað vera mítt lyfti, sum formaður í Norðoyar Sjálvstýrisfelag, at vit arbeiða fyri einum samfelag, har vit varðveita tað góða og betra um tað, sum vantar.

 

 

Góði veljari!

 

 

Eg lovi, at vit standa saman, sum ein flokkur, og stuðla hvørjum ørðum. Vit eru semjusøkjandi og eggja til samstarv. Fyrst og fremst rudda vit fyri egnari gátt, áðrenn vit bjóða okkum fram. Vit tosa saman, bæði innanfloks, uttanfloks og millumfloks. Vit rúma ikki politkkarum, ið halda seg vera størri enn flokkurin.

 

Kom við okkum, tað besta er fyri stavn!

 

Í nógv ár hevur Sjálvstýrið ligið í tungum sjógvi. Vit hava verið merkt av innanhýsis stríði og politkkarum, ið hava ført politikk, uttan at tosa við sín egna flokk. Í grundini júst tað, sum ein flokkur ikki skal vera. Hetta mátti fáa ein enda, og tað tók sína tíð at koma á mál. Við einium ordans lúsingi á seinasta løgtingsvali, og eftirfylgjandi innanhýsis stríði, var tað mangt ið bendi á, at aldargamli flokkurin fór at fara í søguna.

 

Men í øskuni lógu glóðir, ið ikki vildu slókna. Treisk og hugagóð fór landsvendin aftur til verka. Miðvíst fóru vit at savna undirskriftir, so vit fingu góðkenning til at stilla upp aftur til komandi løgtingsval. At bulurin av undirskriftunum vóru feldar í Klaksvík og Norðoyggjum vitnar um, at teir mongu og trúgvu sjávstýrisglóðirnar her norðuri enn gløða saman við okkum.

 

Næsta stig á leiðini var at hyggja inneftir og hála Sjálvstýris ideologiina fram á borðið. Skulu vit vera flokkur, so mugu vit draga somu línu.

 

Kommunuvalið er okkara nýggja byrjan, har vit her norðuri hava mannað ein lista við átta sterkum valevnum, ið saman vilja bera Klaksvíkar kommunu fram á leið. Øll okkara valevni hava verið dúglig og arbeiðsom og hava uppborði alt rós. Vit hava skrivað, prentað, ringt og tuska bæði bygdir og bý upp og niður.

 

Nú er valdagurin komin og vit heita á teg um at fara á val og seta X við eitt av valevnum Sjálvstýrisfloksins.

 

Hjalmar Zachariassen

Formaður í Norðoyar Sjálvstýrisfelag

 

Harleywoodpaint