Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Flúgvandi byrjan hjá Eyðuni Klakstein í Armenia

Jákup Ósá

Klaksvíkingurin vann í sínum fyrsta dysti sum A-landsliðsvenjari. Enntá á útivølli, har Føroyar undan hesum dystinum bara høvdu vunnið ein kappingardyst síðani 2016.

Viljormur Davidsen skoraði einasta málið við brotssparki, tá Føroyar vunnu 1-0 í Armenia. Ein óvæntaður sigur, hóast liðini spældu javnt í Føroyum.

Hetta var fyrri dysturin av tveimum hjá fyribils landsliðsvejaranum. Tann seinni verður móti Norðurmakedónia sunnudagin.