Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Magnus á Stongum haft seinasta arbeiðsdag

Jóhann Lützen

Í 15 ár hevur Magnus á Stongum verið fastsettur lækni á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Tó var fyrsta setanin longu í juni 1978. Hann var tá avloysari av og á, inntil hann tók við føstum starvi í 2009

 

Í dag hevur hann havt sín seinasta arbeiðsdag á sjúkrahúsinum. Tað skuldi onki hóvasták gerast burturúr, tí Magnus er ikki til alt hetta roksið við fráfaringarløtum, røðum og sangi.

Tó kundu starvsfelagarnir ikki lata tað fara heilt afturvið borðinum, so í gjár vóru køkur keyptar og starvsfólk á seingjardeildini høvdu yrkt nøkur vers.

Takk fyri tíðina, Magnus, og øll góðynskir til tín og tíni!

 

 

Harleywoodpaint