Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Tøkk – Jógvan Tróndheim

Jóhann Lützen

Hjartaliga takk fyri sýnda samkenslu tá góði pápi, verpápi, abbi og langabbi okkara doyði og varð jarðaður

 

 

Jógvan F. Tróndheim

føddur 14. sept. 1928 – deyður 13. juli 2024

Ja, saman við nøgdsemi er Gudsóttin stórur vinningur! 1. Tim. 6, 6

 

Hjartaliga takk fyri sýnda samkenslu tá góði pápi, verpápi, abbi og langabbi okkara doyði og varð jarðaður.

Takk til Norðoya Bú- og heimatænastu og til Sambýlið á Heygnum, har hann búleikaðist seinastu tíð sína.

Takk øll tit, ið hjálptu okkum við jarðarferðini. Takk fyri góð og troystarrík orð Gerdamostir, Jógvan Høj, John Færø og Eyðun Elttør.

Takk til kvartettina í Betesda fyri góðan sang og til Jógvan við Keldu fyri gott undirspæl.

Takk til Samkomuna í Betesda, at vit kundu hava jarðarferð og ervið har.

Takk fyri alla hjálp í sambandi við ervið.

Takk fyri vitjanir, uppringingar, heilsur, bakstur, blómur, kransar og gávur til Zarepta.

Takk øll tit mongu, ið fylgdu babba til hansara seinasta hvíldarstað her á fold.

Øllum tykkum ynskja vit eini gleðilig jól og eitt av Harranum signað nýggjár.

Fyri familjuna

Eileen, Maria, Elfinn og Gerhard

Harleywoodpaint