Urbanus K. Olsen og Ólavur Kjølbro hava júst vunnið FM fyri lið
Klaksvíkar Billardfelag leikti í dag móti Havnar Klubba og úrslitið gjørdist 6-2 til Klaksvíkar Billardfelag. Við sigrinum tryggjaðu Urbanus og Ólavur sær FM fyri lið.
Hetta er 17. føroyameistaraheiti fyri lið hjá Klaksvíkar Billardfelag.



