Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Nógv fólk í Svínoy

Dávur Winther

Tað er siðvenja at hópin av ættarfólkum úr Svínoy vitja út hagar á páskum.

Serliga eftir at Gamligarður hevur verið tøkur til ymiska samkomur á páskum, hava rættiliga nógv fólk vitjað.

M.a. hevur bygdafelagið, Bjarnafossur skipað fyri hugnaløtum í Gamlagarði. Eisini hevur samkoman, Smyrna um páskirnar skipað fyri møtum í Gamlagarði.

Tað er ikki ov nógv sagt, at um 200 fólk plaga at hittast í Svínoy um páskirnar. Sama er í ár, tó at Gamligarður ikki er tøkur í ár vegna vatnskaða.

Tó verður skipað fyri eini hugnaløtu í skúlanum leygardagin.

Vit ynskja øllum í Svínoy einar gleðiligar páskir!