Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Framsýningin hjá Kvøldskúlanum og Handarbeiðsskúlanum verður sunnudagin 27. apríl

Norðlýsið

Eisini vera tónleikaframførslur, livandi framsýning av føroyskum klæðum. Annika Biskopstø, varaborgarstjóri kemur at siga nøkur orð. Eisini er café, so tað er ein hugnaligur dagur.

Yvir 900 næmingar hava luttikið á ymisku skeiðunum hjá Kvøldskúlanum og Handarbeiðsskúlanum í vetur. Ein partur av tí, sum er gjørt í vetur verður víst fram. Sýnt verður fram í báðum miðhallunum á Skúlatrøð, og harafturat er eisini ein framsýning í Spinnarínum, har skeið innan ullavirking hevur verið í vetur.

Skráin:

kl. 15:00 Framsýning letur upp
kl. 16:30 Suð og Klakvíkar manskór syngja
kl. 17:00 Próvhandan, røða og livandi framsýning av føroyskum klæðum
kl. 17:30 Harmonikutónar
kl. 19:00 framsýning letur aftur