Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Myndarøð: Føroyar-Eysturríki 0-9

Jákup Ósá – Myndir: Oliver Joensen

Í dag spældi føroyska U17-gentulandsliðið sín heimadyst í Klaksvík í hesum bólkinum. Tað endaðiu við stórsigri til Eysturríki.

Úrslitið var eitt mál betri enn í fyrsta dystinum móti Norra, tí tað endaði 9-0 eftir hálvleiksstøðuna 9-0. Sigurin var kanska óneyðuga stórur, tí so nógvar málmøguleikar hevði Eysturríki ikki. Føroyar høvdu í fyrra hálvleiki onkran góðan málmøguleika, men inn fór bólturin ikki. Sambært hagtølunum hjá UEFA hevði Eysturríki 11 royndir innanfyri málstengurnar og Føroyar fýra.

731 áskoðarar sóu dystin í góðveðrinum í Klaksvík, og tað má sigast at verða góð uppmøting.