Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Heimskendir tónleikarar vitja Varpið í kvøld

Jóhann Lützen

Í kvøldið 17.mai kl. 19.30 verður ein serstøk og sjáldsom konsertuppliving í Varpinum í Klaksvík

Saman við heimskendum tónleikagestum fer okkara egni dugnaligi klaverleikari Jóhannes Andreasen, at framføra eina flotta konsertskrá.

Kvøldið verður eitt spennandi bland av altjóða kendum klassiskum tónleiki, eitt nú eftir Bach, Schubert, Couperin o.o, og eisini crossover tónleiki, har tann klassiski tónleikurin møtir improvisatíon og frælsi.

Hesir fimm tónleikararnir í verkætlanini koma saman, bert til hesa einu konsertina í Varpinum.

  • Jóhannes Andreasen (flygil)
  • Dimitri Illarionov (guitar)
  • Sergey Malov (violin og violoncello da spalla)
  • Anna Koshkina (cello)
  • Boris Andrianov (cello)


Atgongumerki á varpid.fo