Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Norðoyastevnuframsýningin er við

Dávur Winther

Tá ið Norðoyastevnublaðið var liðugt at seta og skráin tað sama, kom upp, at Norðoyastevnuframsýningin eisin skuldi á skrá.

Upprunaliga hevur Norðoya Listafelag staðið fyri framsýningini í mong ár – ja, heilt síðani 1985. men nú nógv tey seinnu árini hevur Rotary-Klaksvík staðið fyri framsýningini.

Men í ár bóru teir seg undan. Hetta fall mongum fyri bróstið og tóku næmingar á Klaksvíkar Kvølsskúla saman við leiðaranum, Erik Biskupstøð stig til, at Norðoyastevnuframsýningin kundi koma á skrá.

Hon stendur tí ikki í blaðnum, men er á teldutøku skráunum, sum síggjast á klaksvik.fo, nordlysid.fo og nfi.fo

Norðoyastevnuframsýning í Miðhøllini á Skúlatrøð – Leygardag kl. 16.00 – 20.00 – Sunnudag kl. 15.00 – 20.00

Matinée i Christianskirkjuni er flutt frá kl. 11.30 til at byrja kl. 11.00!
Klassiskur tónleikur við lærarum og næmingum frá Klaksvíkar Tónlistaskúla

Ein onnur broying er, at STÓR-dansurin er í KÍ-høllini leygarkvøldið og ikki Badmintonhøllini

Kl. 23.30 – 03.45 STÓR-dansur í KÍ-høllini Galaksi & Dj-X (18 ára adursmark) – NFÍ skipar fyri

Norðoyafornminnasavn hevur eina áhugaverda framsýning fríggjadag kl 11.00 – 15.00 og

Leygardag: Kl. 10.00 – 14.00 Norðoya Fornminnasavn Spaniastova: Uppliva ein part av eini søguliga bygd við lutum, sum lýsa gerandisdagin í Føroyum í gomlum døgum. Miðstovan: “Sildarok”, sum varpar ljós á sildatíðina og lýsir virksemið, sum fór fram í Handilshúsinum úti í Klaksvík.

Í blaðnum stendur at framsýningin letur aftur kl. 12.00 leygardag, men hon er opin til kl. 14.00.

Enn einaferð: Góða Norðoyastevnu!

Kunnið tykkum nærri um skránna her: klaksvik.fo, nordlysid.fo og nfi.fo