Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Deep Energy á Skálafjørðinum

Jóhann Lützen

Rørleggingarskipið Deep Energy er heimahoyrandi í Bahamas

 

Skipið varð bygt í 2013 og er bygt serliga til at arbeiða í Norðursjónum. 

Heimasíðan hjá Sjóvar Kommunu skrivar soleiðis:

Størsta skip nakrantíð í Sjóvar havn

Fríggjakvøldið kom rørleggjaraskipið Deep Energy á Hulk at liggja. 

Hetta er størsta skip nakrantíð, sum hevur ligið við kaj í Sjóvar kommunu.

Skipið er 194,5 metrar langt, 31 metrar breitt og 25378 BT

Til samanberingar er Norrøna 165,7 m langt, og 30 m breitt.

Skipið skal bunkra og skifta nakað av manningini á Hulki. Skipið verður liggjandi til týsdagin.