Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Irina Hayrapetyan í Varpinum sunnudagin

Jóhann Lützen

Kendi armenski pianisturin, Irina Hayrapetyan, kemur til Føroyar!

 

Í samband við stóra stuðulstiltakið í Varpinum í fjør, hevði Irina eina stutta framførslu. 
Men sunnudagin kl.16 kemur hon at geva okkum eina heila konsert, á nýggja vakra Steinway-flyglinum í Varpinum.

Konsertin hjá henni 7.sept. verður eitt bland av ymsum sjangrum, einamest klassisk verk, eftir Beethoven, Rachmaninov, Chopin, Babajanian og Khachaturian, og hon fer eisini at framføra jazz-tónleik, bæði eldri og modernaðan.

 

 

Til konsertina fer okkara egni Pætur við Keldu eisini at spæla nøkur løg.


Hendan serstaka konsertin er stuðlað av Atlantic Airways.


Atgongumerki fáast her: https://varpid.fo/tiltak/irina-hayrapetyan-klaverkonsert/